1887

Nabo – røddir frá ungum um sosiala inkludering í Føroyum

image of Nabo – røddir frá ungum um sosiala inkludering í Føroyum

Nabo er ein verkætlan sum var sett í gongd í Nørrøna ráðharraráðnum undir tí svenska formannaskapinum í 2018. Svenski myndugleikin Myndigheten för ungdoms- och civilsamhällesfrågor stjørnar fyri verkætlanani í tíðarskeiðinum 2018–2020. Hon hevur sum mál at lýsa ungdómssjónarmið á sosiala inkludering gjøgnum røddir frá ungum í Norðurlondum. Røddir teirra ungu verða hoyrdar í spurningum sum handla um teirra egna lív. Grundað hesa vitan fáa tey møguleika at luttaka í og ávirka politiskar avgerðir. Ung verða biðin um at lýsa sín gerandisdag og siga frá, hvørjar møguleikar og forðingar tey uppliva at tey hava. Úr frásøgnunum byggir Nabo vitan um hvørji viðurskifti sum menna sosiala inkludering í Norðurlondum. Hendan frágreiðing byggir á samrøður við ung í fokusbólkum á ymiskum plássum í Føroyum. Líknandi kanningar eru verksettar í øllum Norðurlondum og í Grønlandi och Álandi.

Icelandic

.

Samandráttur

Spurningar um ungdóms-luttøku og inklusjón verða sjáldan havdir á lofti í politiskum og akademiskum kjaki í Føroyum. Í hesari verkætlanini, sum byggir á tríggjar bólkasamrøður (í høvuðsstaðnum, í býi í Eysturoynni og á bygd í Norðuroyggjum) fingu ung eitt gylt høvi at skifta orð um eina røð av týðandi evnum, ið eru við til at lýsa støðuna hjá ungdómi í dag viðvíkjandi rættindum, sosialum lívi og luttøku í lokalsamfelagnum. Tey ungu, serliga tey ið búgva uttan fyri høvuðsstaðarkommununa, hava ein gerandisdag við eyðsýndum flytføri, sum serliga vísir seg í arbeiðs-, skúlaog frítíðar-relateraðari koyring millum bygdir og býir. Netverkini hjá teimum hava eina stóra landafrøðiliga og sosiala vídd, tó tykist tilknýtiskenslan til ‘staðið’ – heimbygdina – at vera rættiliga sterk og mótstøðufør. Familjubondini tykjast umboða mest týðandi grundarsteinin í lokala samleikanum. Tórshavn er eitt størri og meira samansett pláss við nógvum ungdómum, ið eru fluttir av smáplássum kring alt landið, og býurin kann tískil tykjast at vera ein meira ‘staðarleysur’ miðdepil við bólkum av fólkum, sum ikki hava serliga nógv samband við hvønn annan. Ung fólk bera boð um eina kenslu av at vera lutfalsliga valdsmikil og ótamd í samskifti við eldri ættarlið, men sera fá ung eru virkin í lokalpolitikki, bæði tá talan er um formligt og óformligt politiskt virksemi. Tey kunnu í fyrstu atløgu tykjast í so óvirkin, men tey eru í veruleikanum sera væl kunnað um politiska landslagið og avgerðargongdina í lokalsamfelagnum. Tey eru, við sínum sinniliga hugburði, avgjørd um, at politiska stættin ikki kann órógva inkluderandi (og javnrættinda) samfelag teirra. Í einum lítlum samfelag við fokus á familjubólkar eru fólk bundin at hvørjum øðrum, og øll vita alt um øll, so at siga, sum er støða, ið gevur ungdóminum eina kenslu av at vera partur av spælinum, sjálvt tá tey tiga og gera lítið um seg í lokalum kjaki. Hinvegin eru tey ungu sera virkin á øðrum pallum í gerandislívinum: skúla/útbúgving, frítíð/ítrótti, arbeiði, osfr. Mítt tilmæli, grundað á føroysku kanningini, kann í stuttum setast upp sum fýra mál:

Icelandic English

This is a required field
Please enter a valid email address
Approval was a Success
Invalid data
An Error Occurred
Approval was partially successful, following selected items could not be processed due to error