1887

Nabo – røddir frá ungum um sosiala inkludering í Føroyum

image of Nabo – røddir frá ungum um sosiala inkludering í Føroyum

Nabo er ein verkætlan sum var sett í gongd í Nørrøna ráðharraráðnum undir tí svenska formannaskapinum í 2018. Svenski myndugleikin Myndigheten för ungdoms- och civilsamhällesfrågor stjørnar fyri verkætlanani í tíðarskeiðinum 2018–2020. Hon hevur sum mál at lýsa ungdómssjónarmið á sosiala inkludering gjøgnum røddir frá ungum í Norðurlondum. Røddir teirra ungu verða hoyrdar í spurningum sum handla um teirra egna lív. Grundað hesa vitan fáa tey møguleika at luttaka í og ávirka politiskar avgerðir. Ung verða biðin um at lýsa sín gerandisdag og siga frá, hvørjar møguleikar og forðingar tey uppliva at tey hava. Úr frásøgnunum byggir Nabo vitan um hvørji viðurskifti sum menna sosiala inkludering í Norðurlondum. Hendan frágreiðing byggir á samrøður við ung í fokusbólkum á ymiskum plássum í Føroyum. Líknandi kanningar eru verksettar í øllum Norðurlondum og í Grønlandi och Álandi.

Icelandic

.

Sosial sambond og felagsskapur

Kenslan av at hoyra til ein felagsskap er sera sterk hjá teimum flestu í Føroyum, bæði í Havn og á bygd. Ein ung kvinna úr Suðuroy, sum er lesandi á Glasi í Havn, fortelur hvussu fólk bera seg at, tá tey frætta hvaðani hon er ættað – ‘áh, tú ert suðuroyingur!’, siga tey hugtikin og vilja fylgjast við henni. At vera úr Suðuroy, sigur hon, er nakað sera eksotisk í Havn. Fólk úr øðrum pørtum av landinum fáa ikki sama uppmerksemi í Havn, kanska bara uttan tey, ið eru av Sandoynni. ‘Tað er líka mikið hvar eg búseti meg’, sigur ein annar luttakari úr Havn, sum hevur búð og arbeitt ymsastaðni í landinum. Hann sigur seg vera føroying uttan serligt lokalt tilknýtið. Ein genta úr Havn sigur, at tey ungu vita væl hvar vinir, floksfelagar og onnur fólk, ið tey kenna, koma frá, men ‘man leggur ikki so nógv í tað’, sigur hon, ‘man tosar ikki so nógv um tað’.

Icelandic

This is a required field
Please enter a valid email address
Approval was a Success
Invalid data
An Error Occurred
Approval was partially successful, following selected items could not be processed due to error