1887

Nabo – røddir frá ungum um sosiala inkludering í Føroyum

image of Nabo – røddir frá ungum um sosiala inkludering í Føroyum

Nabo er ein verkætlan sum var sett í gongd í Nørrøna ráðharraráðnum undir tí svenska formannaskapinum í 2018. Svenski myndugleikin Myndigheten för ungdoms- och civilsamhällesfrågor stjørnar fyri verkætlanani í tíðarskeiðinum 2018–2020. Hon hevur sum mál at lýsa ungdómssjónarmið á sosiala inkludering gjøgnum røddir frá ungum í Norðurlondum. Røddir teirra ungu verða hoyrdar í spurningum sum handla um teirra egna lív. Grundað hesa vitan fáa tey møguleika at luttaka í og ávirka politiskar avgerðir. Ung verða biðin um at lýsa sín gerandisdag og siga frá, hvørjar møguleikar og forðingar tey uppliva at tey hava. Úr frásøgnunum byggir Nabo vitan um hvørji viðurskifti sum menna sosiala inkludering í Norðurlondum. Hendan frágreiðing byggir á samrøður við ung í fokusbólkum á ymiskum plássum í Føroyum. Líknandi kanningar eru verksettar í øllum Norðurlondum og í Grønlandi och Álandi.

Icelandic

.

Innleiðsla

Føroyska verkætlanin umfataði samrøður við tríggjar fokusbólkar við 17 til 23 ára gomlum kvinnum og monnum. Fyrsta samrøðan fór fram seinnapartin mikudagin 22. mai (2019) á skúlanum á Viðareiði. Tríggjar gentur og tríggir dreingir luttóku. Ein persónur var 17 ár, tveir vóru 18 ár, ein var 19 ár, og tveir vóru 20 ár. Síðan var farið til Fuglafjarðar, har skipað var fyri fokusbólka-samrøðu í Mentanarhúsinum mánakvøldið 27. mai. Tríggjar gentur og tveir dreingir luttóku. Ætlanin var at hava seks luttakarar, men eitt avboð kom í síðstu løtu. Ein persónur var 17 ár, tveir vóru 18 ár, ein var 19 ár, og ein var 20 ár. Triðja og seinasta samrøðan fór fram á Glasi í høvuðsstaðnum fyrrapartin hósdagin 6. juni. Tríggjar gentur og tríggir dreingir luttóku. Ein sjeyndi persónur, sum var bjóðaður at vera við, gav avboð. Tveir persónar vóru 17 ár, tveir vóru 18 ár, ein var 20 ár, og tann elsti var 23 ár. Umframt tey ungu, so vóru eg og Marita Svartá, granskingarhjálparfólk, við í øllum samrøðunum. Marita gjørdi praktiska fyrireikingararbeiðið – hon setti seg í samband við og gjørdi avtalur við luttakararnar, hon tosaði við skúlarnar og onnur í lokalsamfelagnum, hon bílegði hóskandi hølir til samrøðurnar, hon gjørdi kaffi/te og keypti smákøkur/tvíflísar, o.s.fr. Samrøðurnar vardu umleið tveir tímar og vóru bandaðar á diktafon.

Icelandic

This is a required field
Please enter a valid email address
Approval was a Success
Invalid data
An Error Occurred
Approval was partially successful, following selected items could not be processed due to error